Danskir fiskimenn eru alt annað enn fegnir um ætlanina, at teir skulu verða undir kameraeftirliti í sínum starvi á havinum. Stóra ónøgdin hevur í morgun ført til, at fleiri skip sigldu inn í havnina í Ålborg at mótmæla hesi ætlan.
"Nú er nokk! Nei takk til kameraeftirlit", siga fiskimenninir, sum eisini bera skelti við áskriftini "Vit eru fiskimenn - ikki kriminellir..."
Nordjyske skrivar, at út við 40 skip í dag luttóku í mótmælistiltakinum móti kameraeftirliti, sum fiskimenn eru ógvuliga hart ímóti.
- Seinastu árini eru okkum álagdar nógvar ymiskar reglur. Vit hava tillagað okkum skiftandi kvotugrundarlag, og vit hava arbeitt undir arbeiðsviðurskiftum, sum verða gjørd truplari frá ári til ár.
Fiskimenn siga, at við teimum útlitum, sum eru um, at teir nú skulu ansast við vakmyndatólum, er markið fyri, hvat teir kunnu finna seg í, nú rokkið. - Vit hava fingið nóg mikið, sigur fiskimaðurin, Thomas Christiansen, í einum tíðindaskrivi um mótmælistiltakið.
Fyrrapartin í dag savnaðust fiskimenn í Aalborg Kongres & Kultur Center til ein stórfund, sum Danmarks Fiskeriforening skipaði fyri. Evnið var nýggju reglurnar um kameraeftirlit á skipum, sum fiska í Kattegat.
Danski fiskimálaráðharrin, Mogens Jensen og matvørunevndin í Fólkatinginum høvdu fingið innbjóðing til fundin. Tað var annars fyri jól í fjør, at fiskimálaráðharrin boðaði frá, at kameraeftirlit skal setast í verk av skipum, sum fiska í Kattegat.
Fiskimenn siga seg vóna, at fiskimálaráðharrin fer at lurta eftir teimum, og teir halda tað avgjørt ikki vera neyðugt, at teirra arbeiði á havinum verður lagt undir slíkan illgruna.
- Vit hava fingið nóg mikið av politikarum, sum lova okkum gull og grønar skógir, og vit hava fingið nóg mikið av politikarum, sum leggja okkum undir at snýta, sigur Thomas Christiansen, talsmaður, fyri fiskimenninar.
##med2##












