Vilja ikki tvingast saman við tvørafólki

Vágs Býráð vil ikki tvingast at leggjast saman við Tvøroyrar kommunu. Býráðslimir í Vági vísa á, at í verki vísir tað seg, at tað riggar ikki við samstarvi ímillum býráðini í Vági og á Tvøroyri

Skulu kommunurnar í Suðuroy leggja saman, skal øll oyggin ikki tvingast at leggja saman í eina kommunu.
Tað samtykti Vágs Býráð einmælt í gjárkvøldið.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið var kommunusamanlegging til umrøðu.
Tað var Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, sum vildi hava býráðið at tosa um spurningin um kommunusamanlegging.
Tað gjørdi hon í kjalarvørrinum á, at landsstýrið nú hevur lagt uppskot fram um eina sjálvbodna kommunusamanlegging, har alt landið er býtt sundur í sjey øki.
Í hesum sambandi er ásett, at øll Suðuroyggin er eitt øki.
Í kjalarvørrinum á hesum hevur Vágs Býráð eisini lagt málið um kommunusamanlegging út til fólkaatkvøðu í Vági og hon verður annan desembur.
Á hesi fólkaatkvøðu sleppa vágbingar at siga sína hugsan um Suðuroy skal verða ein kommuna, um hon skal vera tvær kommunur ella um Vágs kommuna framhaldandi skal vera sjálvstøðug kommuna.
Borgarstjórin vísti á, at undanfarin býráð hava sagt sína hugsan um kommunusamanlegging, men hon metti, at hetta býráðið átti eisini at taka eina støðu til málið.
Og støðan hjá Vágs Býráði er púra greið: Skulu kommunurnar í Suðuroy leggja saman, skulu møguleikar skapast fyri at oyggin kann leggja saman í tvær kommunur.
 
Semja um tvær kommunur
Sjálv staðfesti Kirstin Strøm Bech, at hon framvegis stendur fast við tað, hon hevur sagt áður, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, skal talan vera um tvær kommunur.
- Tað er ov víttgangandi at leggja alla oynna saman í eina kommunu beinanvegin. Tí eiga vit at byrja við tveimum kommunum. Um talan so verður um eina kommunu í framtíðini, er so ein onnur søga.
Sølvi Andreasen tók fult undir við, at skal samanlegging verða, skal Suðuroy verður tvær kommunur.
Hann hevur altíð havt tað sjónarmið, at kommunurnar skuldu byrja við at samstarva, áðrenn tær løgdu saman. Men veruleikin vísir, at samstarv ímillum Vágs Kommunu og Tvøroyrar Kommunu virkar ikki.
Hans J. Joensen staðfesti, at ætlanin hjá landsstýrinum um sjálvbodna kommunusamanlegging, er ikki sjálvboðin, tí talan er um eini harraboð. Tað einasta, landsstýrið tosar um, er at Suðuroy skal vera ein kommuna.
- Men Vágs Býráð eigur at krevja, at vit fáa møguleika at leggja oynna saman í tvær kommunur. Og hann staðfesti eisini, at fólksins vilji eigur at virðast.
Svenning Borg staðfesti, at talan er um eitt stórt mál og hann metti, at tað er rætt, at skal leggjast saman, er tað rætt, at tað verður gjørd stigvíst.
Eisini hann staðfesti, at tað ber ikki til at samstarva ímillum allar kommunurnar og tí ber heldur ikki til at leggja alla oynna saman í eina kommununu.
Dánjal Bjarkhamar vísti á, at verður talan um samanlegging, eigur Vágs Býráð at krevja, at syðra helvt í Suðuroy kann fáa somu funktiónir, sum aðrar kommunur fáa. Eisini hann mælir til, at skal samanlegging verða, er rætt at byrja við tveimum kommunum í Suðuroy, so fer gongdin at vísa, hvat framtíðin hevur at bjóða.
Eisini Ásgerð Stenberg staðfesti, at skal samanlegging verða, er rættast, at Suðuroy er tvær kommunur.