Við 10 stigum at geva av til næsta liðið, eru tað heldur ikki nógv, sum tora at seta pening uppá, at HB ikki verður meistari, men í norðara húsinum í Gundadali vilja tey á ongan hátt kanna sær bitan.
- Tað sær sjálvandi gott út, men nú hugsa vit um Víking, eru boðini frá Sámali Erik Hentze, venjara, ið tykist væl ávegis at røkka málinum um, at hann framvegis skuldi vera venjari, tá HB í oktober mánaði hevur ársveitslu.
Ein av uppskriftunum í góðu gongdini hevur verið ein sera støðugur verjupartur, har skiftingarnar ikki hava verið serliga nógvar. Men tað verður tó neyðugt við broytingum hesaferð.
Rasmus Nolsøe er farin av landinum í lestrarørindum, og enn er Vagnur Mohr Mortensen ikki komin fyri seg, og tí verður neyðugt við nýggjum fólki ella umskipan á liðnum.
Hjá Víkingi er ivasamt, um Sølvi Vatnhamar er førur fyri at spæla. Hann fór av vøllinum við skaða, tá Víkingur tapti móti 07 Vestur seinasta vikuskifti.










