Vilja ikki til Irak

Higartil hevur amerikanski herurin havt nóg mikið av hermonnum, sum sjálvbodnir hava boðið sær til at gera tænastu í Irak, men soleiðis er ikki longur.

Tað hevur havt við sær, at nógvir hermenn noyðast at verða verandi í Irak nógv longri enn upprunaliga ætlað, og nógvir noyðast aftur til Irak eftir at hava verið heima eina tíð, og fleiri hava longu verið har bæði tvær og tríggjar ferðir. Men hermannalívið í Irak er strævið bæði likamliga og sálarliga, og hugurin at fara hagar er lítil.

Guy Stratton, oberstur, sigur við The Christian Science Monitor, at herurin arbeiðir við at senda boð eftir 2.500 hermonnum, sum fáa álagt at fara til Irak, og teir verða neyvan teir einastu, sum fáa slík boð, sigur hann.