Tað er okkurt, sum bendir á, at ferðslan gjøgnum Eysturoyartunnilin ikki er eins nógv, sum man hevði mett frammanundan. Metingin frammanundan varð, at eini 6.300 akfør fóru at koyra gjøgnum tunnilin dagliga, men tað er ivasamt, um henda meting heldur.
Hvørki stjórin í Eysturoyartunlinum, Teitur Samuelsen, ella formaðurin í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, Bergur Poulsen, vilja upplýsa ferðslutølini í løtuni.
- Vit hava ov fá data í løtuni, tí vit mugu síggja, hvussu alt lagar seg. Tað hevur bara kostað at brúkt tunnilin í eini 2-3 vikur higartil, so eg haldi ikki, at tíðin er búgvin til, at vit kunnu almannakunngera nøkur tøl, sigur Bergur Poulsen.
Hann sigur tó, at tað neyvan verður so leingi, til teir fara at almannakunngera nøkur ferðslutøl.
- Vit kanna ferðslumynstrið í løtuni, men tað verður ikki rættiliga enn, tí vit vilja hava tíð at savna data inn, so vit kunnu síggja, um ferðslan er nøktandi, ella um tillagingar skulu gerast. Tað skulu vit finna út av, sigur Bergur Poulsen, nevndarformaður.