Í Reykjavík eru býráðslimirnir ikki serliga fegnir um, at fleiri av dansi- og matarstøðunum í býnum hava valt at fáa meiri ella minni naknar kvinnur at dansa fyri gestunum. Málið var fyri á fundi í býráðnum fyrradagin, og har samtykti eitt samt býráð at senda Altinginum eina áheitan um at gera neyðugar broytingar í verandi lóggávu, so tað verður bannað dansi- og matarstøðum at skipa fyri striptease.










