Vilja ikki søkja størv

Tað, sum nú fer fram, ber ikki til longur

Pedagogfelagið noktar nú øllum sínum limum at søkja starv sum námsfrøðingar í forskúlunum.

Tað boðar felagið frá í dag.,

 

Felagið staðfestir, at tað hevur gjørt kommunurnar vart við, at eingin avtala er um lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingum í forskúlunum.

Og tað er sáttmálabrot, staðfestir felagið samstundis.

 

Í seinastu sáttmálasamráðingunum varð semja gjørd um, at lønar- og arbeiðsvikurskifti hjá námfrøðingum í forskúlunum skuldu vera avgreidd 1. mai í ár, men hetta hevur ikki eydnast.

- Tað ber ikki til longur. Tað er sera umráðandi, at ein varðandi avtala verður gjørd um hesi størv, sigur Pedagogfelagið.

 

Felagið sigur, at tað hevur verið vónleyst at røkka eini semju við arbeiðsgevararnar um, hvussu lønar- og arbeiðsviðurskiftini hjá námsfrøðingunum í forskúlunum skulu vera.

 

- Tí mugu vit nú siga við arbeiðsgevararnar, at vit meina tað í álvara, at okkara limir kunnu ikki arbeiða undir óskipaðum viðurskiftum, har kommunurnar løna teimum sum starvast í forskúlunum ymiskt, umframt at viðurskiftini annars eru ymisk og ótrygg.

 

Felagið heldur, at tá ið pedagogar og lærarar skulu arbeiða á jøvnum føti innan skúlans gátt, skulu teir eisini arbeiða eftir somu treytum.

 

- Kommunurnar fara í næstum at søkja eftir námsfrøðingum til forskúlarnar, men so leingi eingin avtala er millum Pedagogfelagið og kommunurnar, noyðast vit at siga við okkara limir, at hesi størv skulu teir ikki søkja, sigur Pedagogfelagið.