Avvarandi hjá teimum nógvu kinesarunum, sum vóru við tí horvna Malaysia Airlines-flogfarinum, vilja ikki sleppa vónini um, at ferðafólkini framvegis eru á lívi.
Í dag mótmæltu nógv kinesisk avvarandi á einum hotelli í Kuala Lumpur, har tey kravdu at fáa at vita, hvat er hent teirra kæru. Eisini í Beijing voru mótmæli uttan fyri ta malaysisku sendistovuna.
Á hotellinum í Kuala Lumpur kravdu kinesararnir prógv fyri, hvat er hent flogfarinum og teimum, sum vóru við tí. Ein talsmaður fyri tey avvarandi segði við fjølmiðlarnar, at tey vilja hava eina óhefta kanning av framferðini hjá teimum malaysisku myndugleikunum, sum eftir teirra tykki gjørdu fleiri stór mistøk teir fyrstu dagarnar, eftir at flogfarið hvarv tann 8. mars.
Tey avvarandi krevja eisini at sleppa at hitta forsætisráðharran og samferðslumálaráðharran í Malaysia.
Tveir triðingar av ferðafólkunum í tí horvna flogfarinum, vóru kinesarar.