Løgtingið hevur viðgjørt uppskotið einaferð, so enn er viðgerðin bara komin í eygað, tí nú er tað fyrst farið í nevnd og so skal tað viðgerðast einaferð afturat.
Men tað átti ikki nógvar vinir í Løgtinginum, tvørtur ímóti heglaðu flestu tinglimir bæði uppskot og uppskotstillarar ígjøgnum.
Tey róptu seg upp á, at verður tingmannatalið skert, máar tað støðið undan fólkaræðinum, tí Løgtingið skal umboða ymisk sjónarmið og tess færri tinglimir eru, tess færri sjónarmið sleppa upp í part.
Og uppskotsstillararnir sjálvir vórðu kallaðir óloyalir ímóti samgonguni, tí teir høvdu lagt uppskotið fram í sjálvdrátti, hóast teir sita í eini samgongu. Men hvat verri er, hava teir lagt hetta uppskotið fram, samstundis sum ein nevnd situr og arbeiðir við at endurskoða vallógina.
Afturímóti vístu uppskotsstillararnir á, at almenni raksturin var skerdur allastaðni og Løgtingið eigur eisini at taka sín part. Men teir hildu, at tað er merkisvert, hvussu stórur mótvilji, Løgtingið hevur ímóti at skerja hjá sær sjálvum, tí tað eru altíð onkrar undanførslur, hvøjar ferð, tann møguleikin verður nevndur.