Vilja ikki síggja Dúgvuna aftur í Suðuroynni

Suðuroyingar fara ikki uttan víðari at góðtaka, at Dúgvan skal sigla ímillum Suðuroynna og Havnina ein heilan mánaða, ímeðan Smyril er til eftirlit

Tað verður ikki uttan svørðslag, at suðuroyingar fara at lata sær lynda, at Smyril aftur verður tikin úr Suðuroyarsiglingini - og Dúgvan sett ístaðin.

Smyril skal til eftirlit síðst í apríl í upp til ein heilan mánað og tað tíðina skal Dúgvan røkja ferðasambandið ímillum Havnina og Suðuroynna.

Hetta hevur loypt øði í Suðuroyingar og teir komandi dagarnar kann landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum er sjálvur løgmaður, og eisini Strandferðslan roknað við hvøssum mótmálum úr Suðuroy.

Suðuroyingar hava fyrr víst á, at Dúgvan er ikki hóskandi skip til hesa farleiðina og teir halda, at tað minsta hevði verið, at annað, hóskandi skip varð útvegað.

Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri sigur, at býráðið fer at taka málið upp, men hvat úrslitið verður , veit hann ikki.

­ Vit kunnu sjálvandi ikki hava nakað ímóti, at Smyril fer til eftirlit. Men eftirlitið kemur ikki óvæntað, og vit halda, at tað minsta var, at landsstýrismaðurin syrgdi fyri at útvega okkum eitt hóskandi skip at sigla rutuna tað tíðina, Smyril var burtur, sigur Páll Vang.

Og tað verður hansara áheitan á løgmann. Og tað heldur hann, at løgmaður eigur at gera, tí tað átti at verið ein møguleiki.

Starvsfelagið hansara sunnan fyri Hovsegg, Jógvan Krosslá er samdur í, at Dúgvan er als ikki hóskilig at samband.

­ Tað er als ikki nøktandi fyri vinnulívið ell annað samskifti, eitt nú á ítróttarøkinum.

Men hann dugir ikki at síggja nakran veruligan møguleika í at fáa tað broytt nú.

­ Og táið veruligur møguleiki neyvan er til staðar, er tað ivasamt, hvussu nógv býráðið fer at gera við málið.

Men hann roknar tó við, at hann fer at seta seg í sambandi við avvarandi myndugleikar um at finna eitt hóskandi skip.

Hann leggur tó afturat, at hetta undirstrikar, hvussu stór skemdargerð tað var ímóti suðuroyingum, at landsstýrið seldi Teistan.

Eisini økisfelagið fyri ferðavinnuna í Suðuroy fer at taka málið upp í vikuskiftinum, og tað fer helst at enda við einum hvassorðaðum mótmæli.