Hvørki Jóannes Eidesgaard ella Jørgen Niclasen kunnu í dag siga, at teir framvegis hava álit á løgmanni. Í kjalarvørrinum av útsagnunum hjá løgmanni um hvalaveiðumálið og Stjórnarskipan Føroya, hevur Tjóðveldi sent út almenna fráboðan, har spurt verður um, hvørt Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin framvegis hava álit á løgmanni.
-Vit fara at viðgera málið á innanhýsis fundi í morgin, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
Eisini Jørgen Niclasen er fáorðaður.
-Vit hava ein innanhýsis fund í morgin, har vit fara at viðgera støðuna, sigur hann.
Báðir floksformenninir siga, at flokkanir koma við egnari fráboðan í morgin, og sostatt vil eingin teirra siga, um teir framvegis hava álit á løgmanni.