Vilja ikki síggja pengar á G!

FM 1: Umframt at vera plastikkfríur, skal G!-festivalurin eisini vera kontantleysur.

- Vit hava eisini arbeitt fram ímóti at hava ein kontantfrían festival, so í ár hava allir sølubásar terminal, sigur Sigvør Laksá.

 

Tað eru ikki øll, sum hava kredittkort, men Sigvør Laksá sigur, at hesi kunnu keypa sær eitt "Meir av tí góða"-kort, sum kann nýtast allastaðni á festivalinum.

- Hetta verður ein øgiligur lætti fyri okkum. Tað fara nógvir pengar millum hendurnar, og okkum dámar ikki kontantar pengar, sigur hon.

 

G!-festivalurin hevur eisini lagt seg á umhvørvisvinarliga bógvin í størri mun í ár og hevur mest sum bannað plasti á festvalinum.

 

Sigvør Laksá sigur , at fyriskipararnir vænta sær nógv minni órudd eftir G!-festivalin í ár, eftir at tey nú fara at skipa fyri eina nýggja endurnýtsluskipan.

 

Vit at endurnýta gløsini ella lata gløs inn, kunnu festivalluttakararnir fáa avsláttur upp á øl á festivalinum.

- Sandurin er fullkomiliga dekkaður í plastikkgløsum, og vit rudda alla tíðina, sigur hon og vísir á, at trupulleikin er, at tá tað fløðir, verður nógv plastikk skolað á sjógv.

 

- Tí heita vit á fólk inni á økinum í størst møguligan mun at nýta tilfar, sum er lætt niðurbrótiligt, sigur Sigvør Laksá.

 

Les eisini Her eru nýggju endurnýtslugløsini

 

Hon váttar eisini, at orsøkin til, at festivalurin byrjar longu í kvøld, er at hetta var einasti møguleikin at fáa Rag´n´Bone Man til Føroya.

- Um hetta vísir seg at rigga væl, so verður hetta kanska leisturin framyvir. Kanska ger hetta, at tað verður lættari hjá okkum at standa seg í kappingini um størstu stjørnurnar, sigur hon.

 

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Sigvør Laksá á FM 1 í gjár.