Tað hevur vakt ans, at sjeyfaldi Tour de France vinnarin, Lance Armstrong, sigur seg vera til reiðar at gera eitt come-back á hjólhestinum. Og tað er ikki allastaðni, at boðini verða eins væl móttikin. Í øllum førum sigur týska sjónvarpsstøðin, ARD, at teir als ikki ætla sær at vísa Armstrong á skíggjanum. – Framtíðin liggur í ungu súkklarunum og als ikki í at venda aftur til Armstrong-ættarliðið, sigur Rolf-Dieter Ganz vegna ARD. Lance Armstrong varð ongan tíð tikin fyri doping, men tað var í hansara tíð sum súkklari, ein doping-gøla fyri og onnur eftir rakti Tour’in.