Vilja ikki nokta bankunum at taka gjøld frá fólki

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er eitt sindur kløkkur av Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum

Løgtingið fer ikki at blanda seg upp í, hvussu bankarnir verða riknir og tískil fer Løgtingið heldur ikki at nokta bankunum at taka negativa rentu frá fólki, sum eiga nakað nevnivert av pengum á kontu.

Fólk, sum hava nevnivert av pengum í bankunum, fáa ikki longur rentur av tí, tvørturímóti skulu tey rinda bankanum pengar fyri at hava pengar.

Og nú hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið, at tær fyritøkur, sum rinda negativa rentu, skulu fáa loyvi til at draga tær frá í skatti.

Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, gjørdu,  vildu hvørki Javnaðarflokkurin, ella Tjóðveldi, taka undir við tí. Tvørtur ímóti halda teir, at Løgtingið skal beinleiðis forbjóða bankunum a taka negativa rentu.

LES MEIR HER: Turka nú rokningina upp á allar føroyingar

Jørgen Niclasen landsstýrismaður í fíggjarmálum er ikki við upp á, at hetta er at turka eina eyka rokning upp í allar føroyingar, tí at vinnufyritøkur sleppa at draga negativa rentu frá í skatti.

Jørgen Niclasen sigur tvørtur ímóti, at hetta er at javntseta allar partar. Hann sigur, at støðaner so einføld sum tað, at eitt felag hevur inntøkur og útreiðslur og so rindar hon skatt av úrslitinum.

Skal ein fyritøka ikki kunna draga negativa rentu frá í skatti, verður hin rakt tvær ferir, tí so skal hon bæði rinda negativa rentu – og rinda skatt av tí, so hetta er ikki at turka nakra rokning upp í nakran sigur landsstýrismaðurin.

Hetta er at javntseta allar partar, tí bæði vinna, og privatfólk, rinda skatt av rentuinntøkum, men tey rinda ikki skatt av rentuútreiðslum, sigur hann.

Tinglimir eru eisini sannførdir um, at sleppa bankarnir ikki at taka negativa rentu, fara teir bara at leggja upp fyri tí við at hækka onkur onnur gjøld. teir halda heldur ikki, at politikarar skulu geva seg í kast við at stýra bankunum niður í smálutir.

Samstundis sigur Jørgen Niclasen, at hann er eitt sindur kløkkur av, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin gera seg til verjar fyri tey, sum eiga nógvar pengar á bók við tala fyri at nokta bankunum at taka negariva rentu.

Hann hevði væntað, at tey fóru at stuðla teimum, sum hava stóra skuld. Hann sigur, at ein vandi er, at rentan á bústaðarlánum fer at hækka.  Av tí at bankarnir taka negativa rentu frá teimum, sum eiga nógvar pengar, merkir tað, at tey, sum hava stór bústaðarlán, sleppa rættiliga bíliga í rentuútreiðslum, sigur landsstýrismaðurin.