Vilja ikki lata kvinnurnar leysar

Burturflytararnir úrTaleban sýta fyri at lata tær suðurkoreonsku kvinnurnar leysar

Kvinnurnar, sum eru millum teir suðurkoreanararnar, sum Taleban í Afghanistan hevur burturflutt, sleppa ikki leysar, og tíðindini um, at tvær av kvinnunum vórðu latnar lesyar leygardagin, vóru ikki sonn. Tað er greitt, eftir at samráðingarnar millum Taleban og suðurkoreanskar myndugleikar slitnaðu um vikuskiftið.

 

Leygardagin vistu suðurkoreanskir fjølmiðlar at siga, at burturflytararnir høvdu latið tvær av kvinnunum leysar. Taleban váttaði tíðindini, men hvørki afghanski herurin ella suðurkoreonsku myndugleikarnir kundu vátta tey. Seinni frættist so, at kvinnurnar vóru ikki latnar leysar.

 

-Vit ætlaðu at lata tvær av kvinnunum leysar, men vit hava broytt avgerðina, segði talsmaðurin hjá Taleban.

 

Nú eru tríggjar vikur, síðani menn hjá Taleban burturfluttu 23 suðurkoreanar í Afghanistan. Tveir av gíslunum eru síðani myrdir.