Undir valstríðnum lovaði Barack Obama at lata fangaleguna í Guantanamo aftur, um hann bleiv forseti. Enn er legan ikki latin aftur, og úrslitið av miðvalinum í síðsta mánað ger, at forsetin kann ikki halda sítt lyfti.
Á miðvalinum vunnu republikanararnir meirilutan í Umboðsmannatinginum, og teir eru ímóti at lata leguna aftur. Hetta kom til sjóndar fyrradagin, tá tingið atkvøddi um at flyta fangar úr Guantanamo til USA. Uppskotið fall við 206 atkvøðum ímóti 212.
Í dag eru umleið 170 fangar eftir í Guantanamo-leguni. 58 teirra hava ongantíð verið fyri einum sivilum dómara ella einum hernaðardómstóli, skrivar Reuters.









