Aldursmarkið fyri at brúka talgilda samleikan, verður ikki lækkað niður í 13 ár. Tað greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá landsstýrinum um at lækka aldursmarkið. Aldursmarkið er 15 ár, men landsstýrið vil hava tað lækkað niður í 13 ár
Landsstýrið vísir á, at 13 ára gomul børn hava loyvi til at arbeiða, og í hesum sambandi kann tað vera ein fyrimunur at tey eisini hava talgilda samleikan. Tað kann eisini vera ein fyrimunur tá ið kommunur hava «Ung í arbeiði«.
Fíggjarnevndin heldur, at tað er uttan iva rætt, at nøkur 13 ára gomul børn eru nóg búgvin til at lesa - og skilja - brúkstreytirnar. Tað er óivað eisini rætt, at nøkur børn fáa gleði av, at aldursmarkið verður lækkað niður í 13 ár. Men ein samd fíggjarnevnd heldur kortini, at vit eiga at ansa eftir at noyða talgildar skipanir niðuryvir børn.
Fíggjarnevndin heldur eisini, at verður aldursmarkið lækkað niður í 13 ár, verður úrslitið, at tænastuveitarar av ymsum slagi fara at brúka talgilda samleikan til alt samskifti við tey 13 og 14 ára gomlu, og tað halda tey ikki er gagnligt.
Nevndin heldur eisini, at tá ið tað snýr seg um bankakontur, og peningalig viðurskifti yvirhøvur hjá børnum, eiga foreldur at umsita tað fyri børnini. Tí er fíggjarnevndin samd um, at aldursmarkið til at brúka talgilda samleikan, skal ikki lækkast.











