Í síðstu ódnini, ið herjaði landið fyri nøkrum mánaðum síðani, sakk ein bátur við bryggju í Vestmanna.
Og harvið byrjaði eitt heldur fløkt mál.
Olja lak úr bátinum, so havnalagið varð dálkað. Avrátt varð tí at taka bátin upp. Tryggingarfelag tók sær av hesum, og kannaði tá eisini batin.
Men síðani er einki hent. Í hvussu er ikki við sjálvum bátinum, tí hann liggur framvegis á bryggjuni, har hann á sinni varð lagdur.
Men at siga at einki er hent í málinum, er kanska ikki heilt rætt, tí sum skilst er ein togan aftur og fram millum eigaran og tryggingarfelagið, um hvør hevur ábyrgdina av bátinum. Og hvørgin vil kennast við bátin, har hann at kalla liggur tveittur á bryggjuni. Og hann sæst aftur, tí talan er ikki um lítlan bát.
Og Vestmanna Kommuna kannar nú, hvat kann gerast fyri at loysa løgna trupulleikan.
Pauli T. Petsersen, borgarstjóri í Vestmanna, váttar fyri in.fo, at hetta er so, og at talan er um eitt keðiligt mál, sum hann málber seg.
- Vit kanna í løtuni málið, og vita hvat kann gerast. Hvørki tryggingarfelag ella eigari vilja kennast við, ella siga seg hava ábyrgd. Sum sklist, so hevur tryggingarfelagið sent eigaranum semjuskriv. Men sum kommuna mugu vit nú kanna, hvat kann gerast, sigur Pauli T. Petersen.
- Tað ber jú ikki til, at órudd verður blakað soleiðis á bryggjuni. Og so nærkast Bátastevnan eisini, og tá skal báturin í øllum førum vera burtur, og helst langt áðrenn tað, sigur Pauli T. Petsersen.
Men hann viðgongur eisini, at sera trupult er at vita, hvat kann gerast, tí kommunan er heldur ikki sinnað at sita eftir við einum endurgjaldskravi.
Tað stutta ov longu søguni er, at ein stórur bátur liggur at kalla tveittur á bryggjuni í Vestmanna, tí hann varð tikin upp, eftir at vera sokkin við bryggju í ódnarveðri.
Men í dag, nakrar mánaðir seinni,vil ongin kennast við ella hava ábyrgdina av stóra farinum, ið fyllir væl, og ikki júst prýðir um, á bryggjuni í Vestmanna, har stór bátastevna verður í mai.