Vilja ikki hjálpa løgmanni at steingja skeinkistøð

Samgongutingfolk eru ikki samd við løgmanni, sum við log ætlar at steingja skeinkistøð. Bara tvey tingfolk siga seg taka undir við løgmanni.

Tað vísir spurnarkanning, sum Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk, og sum kann lesast í Sosialinum, sum í morgin aftur verður borin í hvørt hús – fyri fyrstu ferð síðani koronukreppuna.

Sambært spurnarumfarinum, so hevur løgmaður ovanliga litla undir­ tøku fyri sinum sjónarmiðum at kunna brúka lógarvald til tess at steingja skeinkistøð klokkan 22 á kvøldi.

Tað eru bara tvey tingfolk, sum siga seg taka undir við løgmanni. Tey eru Frimod Ras­mussen og Edva Jacobsen, floksfelagar hjá løgmanni.

Eingin i hinum baðum flokk­unum ísamgonguni, Folkaflokkinum og Miðflokkinum, sigur seg taka undir við løg­manni.

Tey eru tó ikki serliga greið, tó øll svara, at tey hava annað­ hvørt ikki tikið støðu ella vilja tey ikki svara.

Men tveir tingmenn í Sam­bandsflokkinum, Jaspur Lang­gaard og Erhard Joensen siga seg fara at atkvøða ímoti. Eis­ini Kristin Michelsen, sum javnan atkvøður við samgong­uni, sigur seg fara at atkvøða ímóti.

Úrslitið av spurnarkanning­ ini hjá Sosialinum er, at 15 tingfólk fara at atkvøða ímóti, meðan bara tvey siga seg at­ kvøða fyri. Um hetta verður støðan, so fellir uppskotið hjá løgmanni við einum braki.

Hugsandi er, at fleiri av teimum 16, sum ikki hava tikið støðu ella sum ikki vilja siga sína støðu, fara at atkvøða annaðhvørt ja ella nei. Men um bara tvey teirra atkvøða nei ístaðin fyri blankt, ella um bara trý teirra framvegis at­ kvøða blankt, so fellir málið.

Sum Sosialurin skilir støð­una, so er ikki semja millum samgongutingfólk um at geva heimild at steingja skeinki­støðini við lóg. Sum skilst finn­ast tingfólk í samgonguni at, at hetta málið ikki hevur verið viðgjørt í samgonguni, og tey siga seg annars fáa ov lítið at vita um, hvat landsstýrið ætlar í samband við koronutiltøkini.

##med2##