Vilja ikki hava tatoveraðar spælarar

Í týska fótbóltsfelagnum Werder Bremen hava tey fingið nóg mikið av tatoveraðum fótbóltsspælarum.

 

Tatoveringar eru at finna á ørmunum á nógvum ítróttarfólkum, men í týska felagnum Werder Bremen eru tey ikki við uppá dilluna.

 

Felagið hevur nevniliga boðað frá, at spælarar, sum bera tatoveringar, eru ikki vælkomnir í felagnum longur. Orsøkin er ikki, at tey halda tað verða ljótt ella skeivt at tatovera seg, men tí tað kann ganga út yvir heilsuna hjá spælarunum.

 

Í farna kappingarári fekk niðurlendingurin Eljero Elia bruna í eina tatovering og fekk ikki spælt í eina tíð, og tað vil felagið ikki hava skal endurtaka seg.