Føroya Arbeiðsgevarafelag er ímóti at landið fer at lata stuðul til at innflyta frystan fisk, sum síðani kann arbeiðast á flakavirkjunum her. Vilja ikki hava stuðul til at innflyta frystan fisk til føroysk flakavirki
Føroya Arbeiðsgevarafelag er ímóti at landið fer at lata stuðul til at innflyta frystan fisk, sum síðani kann arbeiðast á flakavirkjunum her.
Tað sigur felagið, nú Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at landið skal lata stuðul til at innflyta frystan fisk til virkingar á føroyskum virkjum, fyri at skapa meiri arbeiði.
Grundsjónarmiðið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at vinnan skal vera studningsfrí og felagið vísir á, at tað, sum er neyðugt, er at loysa bygnaðarligu trupulleikar í fiskivinnuni
- Føroyska fiskivinnan líður undir stórum bygnaðarligum trupulleikum.
Fíggjarligu endarnir røkka ikki saman og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta eru grundleggjandi viðurskifti, sum mugu takast upp, so at fiskivinnan verður fíggjarliga burðardygg.
- At lata studning til at virka frystan fisk, bøtir ikki um hesi viðurskifti. Heldur fer studningurin at draga tillagingartíðina út, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið heitir eisini á Vinnunevndina hjá Løgtinginum um at kanna um uppskotið er í stríð við handilssáttmála Føroya við ES og um vandi sostatt er fyri, at ES kann seta tiltøk í verk ímóti okkum av hesi orsøk.
Samtykkir Løgtingið kortini at lata stuðul til at innflyta frystan fisk, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag undir øllum umstøðum til, at talan verður um eina tíðaravmarkaða skipan.