Meirilutin av teimum borgarligu veljarunum vilja ikki hava Danska Fólkaflokkin sum stuðulsflokk. Tað eru serliga veljararnir hjá Konservativa Fólkaflokkinum, sum vilja sleppa av við Danska Fólkaflokkin. Í einari kanning siga heili 69 prosent av teimum konservativu veljarunum, at tey vilja heldur hava onkran annan stuðulsflokk.
Veljararnir hjá Vinstra eru ikki so avgjørdir, men 51 prosent av teimum siga kortini, at tey vilja hyeldur, at stjórnin skal fáa sær stuðul frá onkrum øðrum flokki enn Danska Fólkaflokkinum.
Tá veljararnir hjá Vinstra og Konservativa Fólkaflokkinum vórðu spurdir, hvør flokkur hevði verið best egnaður sum stuðulsflokkur, stendur at kalla á jøvnum millum Radikala Vinstra og Ny Alliance.