KLINGRAN
Tórshavnar kommuna hevur nú alment latið upp vegin millum býlingin Inni á Gøtu og Løgmannabreyt. Hetta hendi við eitt hátíðarhald í góðveðrinum gjáramorgunin, tá umboð fyri býráðið, umboð fyri arbeiðstakarar og børn og starvsfólk úr býlingshúsinum Inni á Gøtu vóru hjástødd. Hesin vegur verður nú róptur Klingran.
Í sambandi við løtuna, plantaðu børn úr býlingshúsinum eisini trø á einum øki við vegin.
Tað var Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu, sum helt røðu og klipti snórin, sum læt samanbindingina upp alment. Eftir upplatingina, varð bjóðað til kaffi, te og morgunbreyð í býlingshúsinum Inni á Gøtu.
Fleiri atlit
Býráðslimurin og forkvinnan í teknisku nevnd geiddi í síni røðu frá søguni aftanfyri hesa og aðrar nýggjar vegagerðir í kommununi.
Hon segði, at tað var hin 14. juni í 2005, at tekniska nevnd tók nakrar prinsipiellar og týðandi avgerðir, sum hon tók til.
- Avgerðirnar vóru, at nú skuldu umhvørvi, ferðslutrygd, súklubreytir og atkomuviðurskifti hjá rørslutarnaðum raðfestast og takast við í allar nýggjar kommunalar vegaætlanir. Henda avgerð varð seinni staðfest í býráðnum.
Marin Katrina Frýdal vísti á, at í politikki er ofta langt frá hugskoti til avgerðir – og síðan til avrik og úrslit.
- Men í dag gongur sjón fyri søgn. Við hesi vegagerð, Klingran og eisini við Glyvursvegin úti á Argjum, er Tórshavnar kommuna við til at skriva føroyska vegasøgu.
Hon segði, at hetta eru vegir, sum kommunan kann fegnast um og vera errin av.
- Her hevur tað estetiska havt hægstu raðfesting; her eru eingi gapandi sár latin eftir í náttúruni.
Forkvinnan í teknisku nevnd vísti á, at vegirnir eru ferðslutrygdargrannskoðaðir, soleiðis at teir eru ferðslutryggir, bæði fyri fólk og bilar.
Reinsað vegavatn
Marin Katrina Frýdal vísti á, at trupulleikarnir við yvirflatuvatni á vegunum eru vorðnir størri og størri so hvørt, sum býurin er vaksin, og ferðslan er økt.
Hon vísti eisini á, at nýtslan av píkum slítir vegirnar nógv um veturin, og ein stórur partur av hesum dálkaða vegavatni endar úti í áunum. Saltingin av vegunum um vetrarnar endar eisini í áunum.
- Tá turt er í veðrinum, endar hetta skitnað dustið í lungum okkara.
Forkvinnan í teknisku nevnd segði, at við áðurnevndu samtykt, sum býráðið seinni staðfesti, verður vegavatn nú reinsað við reinsibrunnum, soleiðis at tað er reint vatn, sum verður latið út aftur í áir, løkir og vøtn.
- Her verður eisini plantað fram við vegnum, og ætlanin er at halda fram við at planta, eins og sama ætlan verður framd við Glyvursvegin.
Hon segði, at umframt at vera ljóðvernd, eru planturnar eisini við til at fanga dustið av vegnum góðveðursdagar.
- Eisini eru ljóðvollar gjørdir fyri at verja nærumhvørvið móti billarmi og osi, legði hon aftrat.
Marin Katrina Frýdal segði, at Klingran hevur rundkoyring, gonguteigar, skelti, ljós, busslummar, eins og gongutunnil er bygdur, so teimum gangandi ikki nýtist at fara tvørtur um vegin.
- Vegurin hevur eisini tey bláu busskeltini til Bygdaleiðir, segði hon.
Haraftrat eru gongugøtur bygdar, sum knýta saman økið millum Flatarvegin og Klingruna, og ætlanin er at gera fleiri slíkar gongugøtur.
Skjótt og trygt
Marin Katrina Frýdal vísti í síni røðu á, at eitt ávíst kjak í seinastuni hevur verið millum Landsverk og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu um sonevnda innkomuvegin til Havnar.
- Eg ætlaði at leggja meg út í blaðkjakið, men hetta varð av ongum. Nú eg havi møguleikan, havi eg kortini hug at nevna tað, sum eftir mínum tykki grundleggjandi skilir partarnar. Og tað, sum skilir, er, at atlitini eru so ymisk.
Hon vísti á, at fyri Landsverk ræður um at knýta suður Føroyar og norður Føroyar saman við eini høvuðsferðsluæðr. Endamálið er at koma so skjótt úr einum landsenda í hin sum gjørligt.
- Men fyri kommununa eru so nógv onnur atlit at taka. Vit vilja ikki hava ein landsveg gjøgnum bygt øki, vit vilja ikki oyðsla við góðum náttúrulendi, vit vilja ferðslutrygd, bæði fyri bilar og fólk, vit vilja hava gongu-og súklubreytir, vit vilja hava ljós á vegirnar, vit vilja íbindingar, og vit vilja gera tað besta fyri borgararnar. Samstundis ynskja vit, at øll skulu kunna koma skjótt og trygt til Havnar.
Marin Katrina Frýdal helt ikki, at Tórshavnar kommuna er órímilig við sínum krøvum.
- Vit hyggja frameftir, og vit vilja ikki hava Miðvágs-tilstandir, har høvuðsferðsluæðrin gongur gjøgnum bygt øki. Vit vilja samstarv, og vit vilja finna bestu loysnirnar saman við Landsverki.
Hon segði, at vegastubbin, sum Landsverk hevur bygt vestanfyri, har hátíðarhaldið var, talar fyri seg og lýkur einki av teimum ynskjum, sum Tórshavnar kommuna vil hava.
Ringvegurin Klingran
Í síni røðu vendi Marin Katrina Frýdal nú aftur til Klingruna.
- Navnið á vegnum varð endaliga samtykt á býráðsfundi mikukvøldið. Klingran er ein ringvegur, har aðrir vegir verða íbundnir. Fyrsta strekkið inn frá Vegnum Langa eitur frammanundan Klingran, og soleiðis verður Klingran í dag longd við hesum vegastrekki.
Forkvinnan í teknisku nevnd vísti á, at endamálið við vegnum er at knýta ovaru partarnar í Hoyvíkshaganum saman, so koyrandi kann vera millum útstykkingina Inni í Gøtu, útstykkingarnar við Løgmannabreyt og við Flatarvegin.
- Hetta fer at lætta um á verandi veganeti í norðara parti av býnum,
segði hon.
Arbeiðið, sum nú er alment tikið í nýtslu, byrjaði fyrst í 2007, og samlaða játtanin var umleið 30 miljónir krónur.
Tað er partafelagið J&K. Petersens Contractors, sum hava staðið fyri arbeiðnum, og ráðgevi hjá Tórshavnar kommunu hevur verið partafelagið HMP Consult.
Vegurin er umleið 1150 metrar langur og hevur eina samlaða vegabreidd upp á 13 metrar. Hvør gongubreyt er hálvan annan metur, og súklubreytin er eisini hálvan annar metur breið. Sjálvur koyrivegurin er 3,5 metrar breiður.
At enda nýtti Marin Katrina Frýdal høvi at takka øllum, sum hava verið knýtt at hesi vegagerð, eins og hon takkaði býlingshúsinum og eigarafelagnum Inni á Gøtu fyri sítt íkast.










