Argentinska fótbóltslegendan, Diego Maradona, hevur sagt seg vera til reiðar at traðka til sum argentinskur landsliðsvenjari. Men stendur tað til argentinska fólkið, so verður hetta av ongum. Sambært eini atkvøðugreiðslu, sum blaðið, Clarin, hevur skipað fyri, vilja bert 5,8% av fólkinum hava Diego Maradona sum landsliðsvenjara. 69,5% siga seg peika á annan kandidat, og seinastu 24,7% siga seg ikki vita.