Vilja ikki hava Lars Løkke

Teir flestu donsku veljararnir halda ikki, at Lars Løkke Rasmussen er egnaður at taka við sum forsætisráðharri Tað hevur leingi verið greitt, at Lars Løkke Rasmussen skal taka við sum oddamaður og forsætisráðharraevni hjá Vinstra eftir Anders Fogh Rasmussen, men nú vísir ein meiningakanning hjá Børsen, at veljararnir vilja ikki hava hann til stjórnarleiðara.

Kanningin vísir sambært Børsen, at eisini nógvir veljarar hjá Vinstra og Konservativa Fólkaflokkinum ivast í, at Lars Løkke Rasmussen er tann rætti.

Lars Løkke Rasmussen, sum er fíggjarmálaráðharri, hevur verið fyri atfinningum í seinastuni í sambandi við ymiskt, ið stavar frá hansara tíð sum borgarstjóri.