Sløkkiliðsmenninir í New York vilja ikki hava fyrrverandi borgarstjóran í býnum, Rudy Giuliani, til amerikanskan forseta.
Giuliani tykist í løtuni vera tann av republikanarunum, sum hevur bestu møguleikarnar at gerast valevni til forsetavalið næsta ár, men hesum ætla sløkkiliðsmenninir í New York at forða fyri.
Í døgunum eftir atsóknina tann 11. september í 2001 bleiv Giuliani, sum tá var borgarstjóri í New York, ofta avmyndaður saman við illa sperdum sløkkiliðsmonnum, sum stríddust við at sløkkja eldin í Ground Zero. Hann nýtti ofta somu jakkar og húgvur sum sløkkiliðsmenninir, og hetta gjørdi hann sera væl umtóktan millum fólk.
Men sløkkiliðsmenninir í New York halda lítið av honum. Teir halda, at fyrrverandi borgarstjórin vísir lítla virðing fyri teimum 343 sløkkiliðsmonnunum, sum doyðu tann 11. september í 2001, og nú hava teir sett sær fyri at forða fyri, at Rudy Giuliani verður amerikanskur forseti.