Vilja ikki hava fleiri brekað í grannalagið

Fólk búsitandi í Smærugøtu vilja ikki hava fleiri sambýli ella bústovnar, har menningartarnað fólk búgva. Frammanundan eru tveir bústovnar í grannalagnum, og arbeitt verður við at keypa enn eini hús í gøtuni til hetta endamálið

 

Fólk í Smærugøtu í Hoyvík mótmæla harðliga, at arbeitt verður við at keypa eini hús í gøtuni við tí endamáli, at menningartarnað flyta inn í tey.

Grannarnir vísa á, at longu nú eru tveir bústovnar í grannalagnum, og um henda ætlanin verður fullførd, so fara tveir bústovnar og eitt sambýli at liggja innanfyri 75 metrar frá hvørjum øðrum.

Hetta halda grannarnir vera ov mikið. Mark skuldi verið fyri, hvussu nógvir slíkir stovnar kunnu vera í sama øki, tí tað er tyngjandi fyri grannalagið. Tí hava nøkur húsarhald í Smærugøtu tikið stig til eitt skriv, har tey hava nakrar fyrispurningar og lýsa málið frá teirra sjónarhorni. Skrivið er sent landsstýrismanninum við Almannamálum, Sámal Peturi í Grund og leiðaranum á Serstovnadeildini, Bjarna Clementsen. Tey hava eisini savnað undirskriftir til skrivið.


Gera bart beinanvegin

Tað er eitt íbúðarfelag hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, ið stendur fyri keypinum av einum stórum húsum í Smærugøtu 29. Sjálvsognarstovnurin Sambýlir, ið verður stýrdur av eini nevnd, leigar síðani húsini út til Serstovnadeildina, sum veitir menningartarnaðum tak yvir høvdið. Endamálið hjá stovninum er at keypa og reka hús, sum Serstovnadeildin kann leiga.

Grannarnir leggja dent á, at teir ikki hava nakað ímóti øðrvísi menniskjum, og tey, sum frammanundan eru búsitandi í økinum, eru vælkomin. Hinvegin er tað ikki rætt, at leggja fleiri stovnar saman í einum lítlum øki.

?Hvussu nógvir tílíkir stovnar kunnu trunkast saman í einum íbúðarøki, sum als ongan stovn hevði frammanundan?, verður spurt í skrivinum til myndugleikarnar. Tey halda tað vera skilaleyst at savna tey brekaðu samanaftur við tilvildarligum keypi av sethúsum, ið liggja tætt saman.

Fólk í Smærugøtu, ið Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey vilja gera vart við trupulleikan, áðrenn húsini eru keypt, og áðrenn nøkur avgerð er tikin. Soleiðis vóna tey at sleppa undan, at nakað verður kroyst omanyvir tey.

Tey siga, at fleiri fólk í gøtuni vanliga hava hurðarnar stongdar, tí tey kenna seg ikki væl við so nógvum menningartarnaðum í grannalagnum. Tey halda, at slíkir stovnar skulu spjaðast runt um í Havnini.


Gjalda okursprís

Sjálvsognarstovnurin Sambýli hevur bjóðað upp ímóti tveimum milliónum krónum fyri húsini. Grannarnir eru eisini firtnir um, at sjálvsognarstovnurin er sinnaður at lata so nógvan pening fyri húsini.

Tey halda, at almennir pengar eru við til at trýsta húsaprísin uppeftir, og tað er skeivt, tí á tann hátt missa barnafamiljur at møguleikan at keypa, tá tey ikki kunnu bjóða ímóti stovninum.

Tey, ið hava skrivað undir, vóna, at teirra íkast til málið verður tikið til eftirtektar, tí annars verður tað keðiligt at vera í gøtuni, tá so nógvir stovnar til menningartarnað verða savnaðir í gøtuni.