Í Ný Sælandi hava myndugleikarnir sýtt fyri at taka ímóti einum skipi, sum er á veg hagar við flóttafólki úr Sri Lanka. Myndugleikarnir siga, at sleppa hesi flóttafólkini inn í landið, fara milliónir at koma afturat.
Indonesiska sjóverjan hevur steðgað skipinum, sum hevur 85 flóttafólk umborð. Tey siga, at tey ætla sær til Ný Sælands og at søkja um uppihaldsloyvi har. Men ný sælendski forsætisráðharrin, John Key, sigur, at flóttafólkini eru ikki vælkomin hagar, og at stjórnin fer ikki at broyta avgerð sína.
Sambært forsætisráðharranum hevur Ný Sæland tikið ímóti 750 flóttafólkum um árið, men landið vil bara taka ímóti teimum, sum koma undir skipaðum viðurskiftum, sum sagt verður.