Hvørt ár søkja einar 500 kvinnur í Danmark um fosturtøku eftir 12. viku, sum annars er markið.
Orsøkin er, at fostrið hevur brek.
Og umsóknin verður næstan altíð játtað, eisini í teimum førum, har brekið er av slíkum slag, at barnið kann fáa eitt langt lív, at kalla uttan avmarkingar, skrivar Politiken.
Blaðið hevur fingið innlit í 488 mál, har søkt varð um at fáa fosturtøku eftir 12. viku í fjør.
Bara 11 umsóknir vórðu ikki gingnar á møti.
Annars fingu 118 kvinnur loyvi til fosturtøku tí barnið hevði Downs syndrom, men í teimum flestu av hinum málunum, høvdu fostrini so álvarligar sjúkur, at tað var ósannlíkt at tey høvdu klárað føðingina.
Men so fingu kvinnur eisini loyvi til fosturtøku, har fostrið hevðu sjúku, sum tað ber til at viðgerða og og sum tað mangan ber til at liva væl við.
Eitt nú fingu 13 kvinnur loyvi til fosturtøku tí fostrið hevði kromosombrekini Turners og Klinefelters syndrom, sum ávirka vaksrarlag, framleiðsluna av kynshormonum og evnini at fáa børn.
Kvinnur fingu soleiðis loyvi at taka fosturtøku, har fostrið hevði opnan himmal.
Í fjør vórðu umsóknir um fosturtøku sýttar, tí tí tey vóru ov lítil, men fosturtøka varð játtað ,tí fostrið manglaði hendurnar.
Gongdin órógvar Thomas ploug, lektara í etikki á universitetinum í Aalborg og limur í etiska ráðnum.
- Vit vilja sleppa at stýra øllum og at hava tamarhald á øllum og nú vraka vit børn, sum eftir øllum at døma kundu fingið eitt gott lív, tí tey hóska ikki inn í okkara hugmynd um tað góða lívið og tað fullkomna barnið, sigur hann við politikken.
- Hetta er øgiliga órógvandi og trupulleikin fer bara at veksa í samsvari við, at teknikkurin gevur okkum fleiri og fleiri upplýsingar um fostrini.
Claus Gravholt, yvirlækni og serlækni í Turners og Klinefelters syndrom, sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu sjúkan rakar og hann heldur, at tað er hóskandi at játta eini kvinnu fosturtøku, tá ið talan er um álvarlig brek.
Men hann fatar ikki, at níggju av tíggju fostrum við Turners syndromi og næstan helmingurin av fostrum við Klinefelters syndromi, verða tikin, tí nógv av teimum kunnu fáa eitt gott lív.
- Hetta er ein stórur trupulleiki, tí eg møti teimum sum vaksin og nógv av teimum hava eina tilveru, sum als ikki brýtur frá tilveruni hjá øllum møguligum øðrum.
- Eg veit ikki, hvussu frískt eitt fostur skal vera fyri at sleppa at liva, men tað er hugvekjandi, at so nógv fostur við Turners syndromi verða tikin, har er farið yvir um mark hjá mær, sigur hann við Politiken.