- Tey sum hava pengar, gjalda sjálvi, men tann møguleikan hava hini ikki.
Carita Bjørklund, forkvinna í Giktafelagum óttast, at giktasjúklingar vera býttir upp í A og B sjúklingar, nú Heilsutrygd ikki vil rinda sjúklingunum sjálvum endurgjald fyri giktaviðgerð, ið verður framd uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Í tíðindunum á Rás 2 greiddi hon frá tí støðu, sum giktasjúklingarnir eru í, sum støðan er í dag.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Caritu Bjørklund.
Støðan er íkomin, nú Pero Sore og Heilsutrygd enn ikki eru vorðin ásamd um, hvussu privata viðgerðin hjá Pero Sore skal lønast.
Seinasta útspælið frá giktalæknanum er, at hann ynskir ein sáttmála líkum tí, sum er í gildi í Danmark, har sjúklingurin fær sínar útreiðslur endurrindaðar, heldur enn at Heilsutrygd rindar læknanum peningin. Hesum vil Heilsutrygd ikki eftirlíkað, og hevur í tí sambandi boðað frá, at sjúklingar, sum gjalda fyri privatu viðgerðina sjálvir, fáa einki endurrindað frá Heilsutrygd.