Felagið fyri føroyskar læknar fegnast um, at alt sjúkrahúsverkið nú verður lagt undir eina felags leiðslu.
Tað eru boðini frá formanninum í Læknafelag Føroya, nú tey hava havt aðalfund.
Men tey halda kortini ikki at hetta er nóg mikið, tí eftir teirra tykki kann skilnaður ikki gerast ímillum sjúkrahúsini og kommunulæknar.
– Tað læknaliga heilsuverkið er ein samanhangandi heild, har eingin gátt eigur at vera, sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum.
Tí mælir felagið framvegis til, at vit fáa eitt heilsustýri við einum heilsustjóra, sum skal vera ført fyri reka heilsuverkið soleiðis sum tað verður best rikið, tá ið hugsað verður um, hvussu tað sær út í dag, og hvussu tað fer at síggja út um 10 ár.
Pál Weihe sigur, at í dag er hendan vitanin ikki savnað nakrastaðni.
– Eitt heilsuverk er ein serstakliga torgreidd skipan, har løgfrøðingar og fíggjarfrøðingar ikki hava neyðuga innlitið at hava leiðsluna, tó at teir sjálvsagt eisini eru neyðugir í leiðsluni. Men tað er neyðugt, at eitt slíkt stýri verður mannað við fólki við høgari heilsuútbúgving, sigur Pál Weihe.
Og hann heldur, at eitt slíkt stýri skal eisini fáa ábyrgdina av at nútímansgera kommunulæknaskipanina.
Tað truplasta málið, tey hava havt við at gera í ár, hevur nevniliga verið ætlanin at umleggja kommunulæknaskipanina - og tíverri fekk tað eina út av lagi vánaliga byrjan, sigur formaðurin í Læknafelagnum.
– Tíverri stóð heilt greitt í arbeiðstilfarinum, at kommunulæknarnir skuldu fáa ein nýggjan sáttmála, sum spardi so nógvar pengar, at tað verða ráð til at seta sjúkrarøktarfrøðingar í starv at gera ein part av tí, sum kommunulæknarnir høvdu gjørt áður, sigur Pál Weihe.
Og so var eldur í staðfestir hann. Hann vísir á, at kommunulæknarnir vilja ikki vera við til sína egnu jarðarferð, og tað sama gjørdi Serlæknafelagið og felagið hjá teimum yngru læknunum.
Pál Weihe sigur, at hansara uppgáva hevur verið at boða frá, at ongir læknar ætla sær at vera við í slíkum virksemi.
– Míni ráð eru at leggja alt hetta undir eitt superprofessionelt heilsudirektorat, og lata tey arbeiða við málinum, sum hava skil fyri tí, sigur Pál Weihe.