- Tað er ongin meining í at kalla skip á Flemish Cap, og øðrum fjarleiðum, heim. Tað sigur Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum.
Nú reiðararnir hava lagt fiskiflotan eftir at samráðingarnar við manningarfeløgini um nýggjan sáttmála, slitnaðu, hevur tað undrað mong, at tað bara eru skipini undir Føroyum, sum eru boðsend at koma til lands, samstundis sum at skipini á Fjarleiðum fiska sum vanligt.
- Tað tænir ongum endamáli at kalla skipini á fjarleiðum heim, sigur Viberg Sørensen.
Hann sigur, at tað er hjá heimaflotanum, at trupulleikin av oljuútreiðslunum er størstur.
Hann leggur afturat, at tað eru trolarar í Barentshavinum og tvey rækjuskip, sum eru á fjarleiðum og sum ikki eru heimkallað.
Flakatrolararnir hava klárað seg hampiliga. Samstundis eiga vit bara tvey rækjuskip eftir og Reiðarafelagið hevur ongan áhuga í at forkoma teimum skipunum við at kalla tey heim, sigur formaðurin í felagnum.
Hann sigur at støðan hjá heimaflotanum er eisini tann, at heldur hetta fram, er hann liðugur undir øllum umstøðum og tí má ein avtala fáast um oljuútreiðslurnar.