Tann 106 ára gamla Louisa Watts, sum er fimtaelsta kvinna í Bretlandi, sigur kortanei til at flyta av einum ellisheimi, sum myndugleikarnir skulu lata aftur, tí tað almenna skal spara.
Tann 106 ára gamla Louisa Watts, sum er fimtaelsta kvinna í Bretlandi, sigur kortanei til at flyta av einum ellisheimi, sum myndugleikarnir skulu lata aftur, tí tað almenna skal spara.
Ætlanin hjá myndugleikunum er, at Louisa Watts og hini níggju, sum búgva á ellisheiminum í Wolwerhampton, skulu flyta á onnur ellisheim, men tað vilja tey ikki, skrivar BBC.
Sonur Louisu Watts sigur við fjølmiðlarnar, at mamma hansara tolir ikki at verða flutt á eitt annað heim og í eitt nýtt umhvørvi. Hann og onnur hava nú fingið ein sakførara at hjálpa Louisu og hinum gomlu, sum ikki vilja flyta.