Enn røkist onki fyri at dagrøktarmammurnar í Kollafirði fara aftur til arbeiðis í bræði.
Ósemjan ímillum dagrøktarmammurnar og og kommununa nívir fast, tí tilsamans eru tað eini 75 børn, sum ikki sleppa í dagrøkt hjá teimum 15 dagrøktarmammunum í Kollafirði. Børnini eru í aldrinum frá 0 til 10 ár.
Samstundis er verkfallið hjá teimum eisini víðkað, so at allir limir í Føroya Arbeiðarafelag, sum arbeiða hjá Kollafjarðar Kommunu, eisini eru farnir í verkfall.
Tað ber m.a. í sær, at hvørki skúli ella svimjihylur eru vaskað í eina viku, umframt at annað kommunalt arbeiði heldur ikki er gjørt hesa tíðina.
Og nú verkfallið hjá dagrøktarunum fer inn í triðju vikuna í dag, heldur Ingeborg Vinther, at tíðin er búgvin til at leggja harðari trýst á kommununa fyri at fáa semju um ein sáttmála.
Men akkurát, hvørji tiltøk, hon hugsar um, kann hon ikki siga enn.
Ov lítið í løn
Ein av dagrøktarmammunum, Miriann Dam, sum eisini er talskvinna hjá teimum, sigur, at verkfallið er fyrst og fremst ein spurningur um løn.
?Dagrøktarmammurnar í Kollafirði hava ongan sáttmála havt í 12 ár. Og vit fáa enn somu løn, sum vit fingu fyri 12 árum síðani.
? Í meiri enn eitt ár hava vit roynt at fáa sáttmála við kommununa, men til fánýtis. Tí er bikarið nú flotið yvir og vit eru farnar í verkfall.
Dagrøktarmammurnar í Kollafirði fáa 2.588 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Men ein triðingur av tí eru til útreiðslur, sum standast av at hava børn í dagrøkt, eitt nú til mjólk, mat og til útreiðslur, sum standast av at røkja húsini, tí tey slítast illa av at hava børn í dagrøkt.
? Sostatt er sjálv lønin bara góðar 1.720 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið. Og arbeiðsdagurin er 10 tímar og 15 minuttir.
Miriann Dam sigur, at kommunan hevur bjóðað dagrøktarmammunum tað sama, sum tey fáa í Havnini. Tvs, at tær skulu fáa 3.400 krónur um mánaðin fyri tey smærru børnini ímillum 0 og trý ár og 2.700 krónur fyri tey størru børnini yvir trý ár.
? Grundin fyri at gjaldið í Havnini er minni fyri tey størru børnini er, at býráðið vil heldur eggja foreldrunum til at koyra børnini í barnagarð. Tað skal eisini vera minni stríð av at hava eitt størri barn í dagrøkt enn eitt minni.
? Men í Kollafirði er ongin barnagarður. Og tey, sum siga, at tað er minni stríð av einum størri barni enn av einum minni, kunnu ikki
vera fólk, sum eiga børn.
? Tí vilja vit hava tað sama í løn fyri øll børnini og tað skal vera góðar 3.000 krónur um mánaðin fyri barnið, sum er miðalgjaldið fyri eitt barn í Havnini.
Men hesum kravi hevur Kommunan blankt víst aftur. Og í løtuni veit ongin,. hvussu tað slepst víðari