Vilja ikki fangast á skeiva beininum

Nú verður mannagongdin broytt fyri at tryggja, at pensjónistar ikki missa nakað.

Samgongan hevur sett sær fyri, at pensjónistar skulu hava meiri at liva fyri næsta ár, enn teir hava nú.

 

Men tað er eitt fløkt roknistykki, og samgongan sigur, at fyri at fáa tað at ganga upp, uttan at sprongja landskassan, má grundupphæddin í fólkapensjónini lækka 580 krónur um mánaðin hjá øllum pensjónistum, og uppskot um tað er longu lagt fyri Løgtingið.

 

Men afturfyri skal útgjaldið úr samhaldsfasta hækka 800 krónur um mánaðin, og uppskot um tað er eisini lagt fyri Løgtingið.

 

Ræðumyndin er, at Løgtingið samtykkir annað uppskotið og fellur hitt, tí so gongur ætlanin ikki upp.

 

Í uppskotinum um Samhaldsfasta, stendur, at nevndin fyri Samhaldsfasta fær freist til 1. apríl at hækka útgjaldið.

 

Í uppskotinum um at lækka grundupphæddina, stendur, at tann lógin fær gildi dagin eftir, at hon er lýst, men hon skal virka frá 1. Januar.

 

Men fyri at tryggja sær, at bæði uppskotini koma í gildi í senn, ætlar samgongan at broyta uppskotini. Sostatt skal nevndin fyri Samhaldsfasta áleggjast at broyta gjøldini í seinasta lagi 10. januar ístaðin fyri 1. apríl.

 

Samstundis skal uppsotið um at lækka grundupphæddina ikki fáa gildi, fyrrenn landsstýriskvinnan í almannamálum hevur lýst eina kunngerð um, nær hon kemur í gildi.

 

Samgongan sigur, at endamálið er at tryggja, at samsvar verður millum ætlanina at lækka grundupphæddini og ætlanina at hækka Samhaldsfasta.

 

– Og samgongan heldur ikki, at Løgtingið kann lækka grundupphæddina, fyrrenn full vissa er fyri, at útgjaldið úr Samhaldsfasta eisini hækkar.