- Sosialurin vil ikki verða drigin upp í eitt stríð ímillum Dimmalætting og Prentmiðstøðina.
Tað siga Eirikur Lindenskov og Jonhard Hammer, sum mynda leiðsluna í Miðlahúsinum í tíðindaskrivi nú seinnapartin.
Teir sipa til grein í Dimmu, har sagt verður, at fyri at verja síni egnu áhugamál, vil BankNordik vil hava Dimmalætting og Sosialin at leggja saman.
- Sosialurin vil als ikki verða drigin inn í eitt stríð millum Dimmalætting og Prentmiðstøðina, siga teir báðir.
Leiðslan í Miðlahúsinum, sum ger Sosialin, kennir onki til, at BankNordik vil hava, at Dimmalætting og Sosialin skulu leggja saman.
Samstundis harmast teir um, at slík verða tikin sum sannleiki og borin víðari av tingsins røðarapalli av løgtingsfólkum, "sum halda seg kunna líta á tíðindi, sum fjølmiðlarnir bera", sum teir málbera seg.
Teir vísa eisini á, at felagið, sum eigur Sosialin er væl fyri.
- Eginpeningur felagsins er 7,7 milliónir krónur.
- Úrslitið í fjør var 1,3 milliónir krónur í avlopi, og væntandi verður úrslitið fyri 2012 á sama støði.










