Vilja ikki broyta lønina hjá løgtingslimum

Onkrar tillagingar skulu gerast í næstum

Tað verður ikki á hesum sinni, at samsýningarnar til løgtingslingslimum verða broyttar

 

Tað er greitt, nú fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Poul Michelsen, tingmanni fyri Framsókn.

 

Poul Michelsen vil hava løgtingið at endurskoða lønirnar hjá løgtingslimum. Í hesum sambandi vil hann broyta skipanina við kostnaðarendurgjaldi til løgtingslimir, soleiðis at tað svarar til veruligu útreiðslurnar.

 

Hann vil eisini hava løgtingið at samtykkja, at kostnaðarendurgjaldið skal ikki longur vera skattafrítt, men skal skattast sum inntøkurnar hjá øllum øðrum.

 

Og samstundis vil Poul Michelsen hava løgtingið at avtaka serliga góðu pensjónsskipanina hjá løgtingslimum, so at teir koma undir somu pensjónsskipan, sum øll onnur í samfelagnm.

 Men hann heldiur, at verður lønarskipanin hjá løgtingslimum endurskoðað, kann talan eisini verða um at gera aðrar broytingar fyri at fáa lønarkipanina tíðarhóskandi, sum hann málbar seg.

 

Men tað er nú greitt, at samgongan vil ikki samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt uppskotið, og har staðfestir samgongan, at tað áliggur formansskapinum at tryggja, at samsýningar til løgtingsmenn eru hóskandi.

 

- Formaðurin hevur upplýst fyri nevndini, at tað alla tíðina verður mett um hesi viðurskifti. Eisini fekk nevndin upplýst, at tað verður arbeitt við, at gera nakrar neyðugar tillagingar, sigur samgongan.

 

Minnilutin í fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri andstøðuna vilja hava løgtingið at samtykkja uppskotið.

 

Tað er ikki nøktandi, at samsýningarnar hjá landsstýrisfólkunum er broytt, men at samsýningarnar til løgtingslimir ikki eru tað, siga tey.

 

Tey vísa á, at løgtingsfólk hava eina pensjónsskipan, ið er munandi betri enn tann, sum onnur fólk hava.

 

- Meðan tænastumenn skulu arbeiða í 37 ár fyri at fáa full pensjón, skulu løgtingsfólk bara sita á tingi í 16 ár fyri at fáa  fulla pensjón

Herfyri eydnaðist at broyta pensjónina hjá landsstýrisfólkum soleiðis at tey fáa 15 prosent av lønini í eftirlønargjaldi og tað kemur í gildi eftir næsta løgtingsval.

 

Enn er hendan broyting ikki sett í gildi fyri løgtingslimir og tí hava løgtingslimir enn munandi betri pensjónsskipan, enna landsstýrisfólk, og øll onnur, hava og tað vil andstøðan nú hava broytt sum skjótast.