Politikarar skulu ikki blanda seg upp í hvussu nógv ómaksgjøld bankarnir taka. Tað er niðurstøðan hjá tinglimum í samgonguni.
Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at grundleggjandi bankatænastur skulu vera ókeypis hjá fólki. Men nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, er tað greitt, at umboðini fyri samgonguna taka ikki undir við tí.
Johan Dahl, Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen halda ikki, at tað er rætt at politikarar blanda seg upp í smálutir í vinnuni, tí teir siga, at tað er ikki til at vita, hvat tað fer at enda við.
Tað verða nógv krøv sett til bankar, tí teir skulu lúka bæði føroysk krøv og altjóða krøv. Tí kann vandi vera fyri, at gjøld verða løgd á aðrar tænastur, og eisini at summar tænastur verða dýrari fyri fólk, siga teir.
Men halda kortini, at rætturin hjá fólki at fáa fatur á reiðum peningi má tryggjast, og politiska skipanin má fara undir arbeiðið at tryggja tað.
– Bankar eiga ikki at taka ómaksgjald, tá ið fólk taka sínar egnu pengar út, siga teir tríggir.
Umboðini fyri andstøðuna halda ikki, at tað eigur at kosta nakað at hava lønarkontu í bankunum og tað eigur ikki at kosta nakað at taka pengar út.
– Allar lønir verða fluttar í bankan og í roynd og veru hava fólk ongar aðrar møguleikar enn at brúka bankarnar.
– Tað er eisini óheppið fyri borgarar, sum búgva meira fjarskotið, at øll tænastan á staðnum er horvin og at tað nú eisini bara eru nakrar heilt fáa sjálvtøkur eftir.
Tey halda, at bankarnir hava so stóran týdning í samfelagnum, at teir eiga at vísa eina ábyrgd fyri at veita eina góða tænastu kring landið, eisini hóast tað kostar bankunum nakrar krónur.
Tey halda, at tíðin er búgvin til at myndugleikarnir seta bankunum krøv, sum gagna tænastuna til borgararnar.
Tá ið vit hava eina lønargjaldingarskipan og eina pensjónsskipan, ið krevur, at fólk hava kontu í bankunum, er tað eisini neyðugt, at landsstýrið tryggjar, at fólk ikki missa pening av hesi orsøk, siga tey.
Tey mæla myndugleikunum til at kanna út í æsir, um ómaksgjøldini, bankarnir taka, eru rímilig og myndugleikarnir eiga at gera ein lista yvir, hvørjar tænastur eiga at vera ókeypis.