Vilja ikki binda seg til næstan 900.000 krónur

Framferðin hjá samgonguni er púra skeiv, halda tey í Tvøroyrar býráð

Í Tvøroyrar býráði vilja tey ikki longu nú binda seg til at rinda næstan 900.000 krónur til at fremja ætlanina um talgildu Føroyar fyri.

 

Talgildu Føroyar er ein stórfingin ætlan, landsstýrið hevur sett í verk og har endamálið er at gera umsitingina nógv lættari, eisini hjá vanligum fólki, har allir føroyingar fáa sítt egna, talgilda samleikaprógv, sum fer at gera tað skjótari og einfaldari hjá borgaranum at avgreiða síni viðurskifti við tað almenna og privatar tænastuveitarar.

 

Hetta er ein verkætlan sum fer at kosta næstan 150 milliónir krónur og samgongan ætlar, at kommunurnar skulu rinda 8,5 milliónir krónur hesi næstu trý árini.

 

Á býráðsfundi á Tvøroyri mánakvøldið varð upplýst, at parturin hjá Tvøroyrar Kommunu verður slakar 900.000 krónur, sum skulu rindast hesi næstu trý árini.

 

Men tað vilja tey í Tvøroyrar býráði ikki binda seg til longu nú.

 

Tey halda, at framferðin hjá samgonguni er heilt øvugt, tí samgongan hevur sett sjøtul á eina verkætlan, sum kommunurnar skulu rinda ein part av, men samgongan hevur ikki spurt kommunurnar um tær eru sinnaðar at vera við.

 

Tí vilja tey í Tvøroyri ikki binda seg til at rinda upphæddina, í hvussu so er fyribils.

 

Somuleiðis vilja tey eisini hava at vita, hvørja støðu, Kommunufelagið hevur til málið, áðrenn tey taka endaliga støðu.

 

Tey halda eisini, at skulu kommunurnar rinda ein part av verkætlanini, hevði tað ikki verið annað enn rímiligt, at tær eisini vóru við til at fyrireika verkætlanina frá fyrsta degi, heldur enn bara at fáa eina rokning, tá ið alt er liðugt og skal setast í verk.

 

Tey halda, at tað er neyðugt, at kommunurnar hava eina felags støðu, tí spurningurin er, hvør støðan verður, verða tað nakrar kommunur, sum ikki eru sinnaðar at vera við