Vilja ikki av við flaggið

Eitt ár aftaná, at stjórnin í Nýsælandi setti gongd á tilgongdina at broyta tjóðarflaggið, er líkt til, at borgararnir í landinum ikki ynskja eina broyting.


Talan er um seinnu fólkaatkvøðuna um broyting av flagginum. Fyrra varð hildin í 2015, tá veljararnir vórðu spurdir um at velja millum fleiri fløgg.


3. mars 2016 byrjaði so seinna fólkaatkvøða, ið endar í morgin. Har verða veljararnir spurdir um hvat flagg teir heldur ynskja, tað núverandi flaggið ella flaggið, ið veljararnir valdu í fyrru fólkaatkvøðuni.


Veljarakanningarnar vísa, at tað er lítið, ið røkist fyri, at Nýsæland fær eitt nýtt flagg.


Kanningarnar vísa nevniliga, at umleið 59 prosent av veljarunum ynskja at varðveita núverandi flaggið og meta, at hugskotið at broyta flaggið hevur verið spill av pengum.


32 prosent av veljarunum ynskja at broyta flaggið, meðan 9 prosent av veljarunum ikki hava tikið støðu.


Tað er John Key, forsætisráðharri, ið hevur verið fremsti talsmaður fyri at broyta flaggið. Mett verður, at fólkaatkvøðurnar hava kostað skattaborgaranum umleið 170 milliónir krónur.

Almenna úrslitið verður kunngjørt 30. mars.