Vilja ikki av Tahrir-plássinum

Fleiri túsund fólk eru í kvøld á Tahrir-plássinum í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo, og tey hótta við at verða verandi har, til Mohamed Mursi, forseti, tekur eina umstrídda kunngerð aftur.

Kunngerðin, sum Mursi hevur lýst, gevur forsetanum størri vald á eitt nú rættarøkinum, og mótstøðufólk hansara siga, at hann er vorðin ein nútíðar farao. Sjálvur sigur Mursi, at broytingin er neyðug fyri at skunda undir demokratiseringina í landinum.

Í dag vóru stórar mótmælisgongur í Kairo og fleiri øðrum býum ímóti avgerðini hjá forsetanum, og í fleiri býum settu fólk eld á bygningar hjá Muslimska Bróðurskapinum, sum forsetin hevur røtur í. Sambært tíðindastovunum hava minst 18 fólk fingið skaða í ófriðinum í dag.