Vilja ikki arbeiða fulla tíð

Tey flestu, sum arbeiða í Nærverkinum arbeiða avmarkaða tíð, ella 25-35 tímar um vikuna.

Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, eftir at Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, hevur spurt hana um viðurskiftini hjá starvsfólki í Nærverkinum.

Annika Olsen sigur, at støðan er at kalla tann sama um alt landið.

Hon sigur, at kanningar vísa, at eini 80% av starvsfólkunum hava ikki hug at arbeiða fulla tíð.

Men tað er serliga í Suðurstreymoy, at tey vilja arbeiða meiri, tí har er tað helvtin, sum vil arbeiða avmarkaða tíð.

Í Suðurstreymoy arbeiða annars tey flestu annars 25 tímar um vikuna.

Í Klaksvík arbeiða tey flestu 30-36 tímar um vikuna og kanningar hjá Eldradeplinum vísa, at tað eru tey nøgd við.

Í Eysturoy arbeiða tey 25-30 tímar um vikuna í miðal og har eru bara níggju av teimum 100 starvsfólkum, sum vilja arbeiða fulla tíð.

Í Vágum og í Norðstreymoy arbeiða tey flestu 25-32 tímar í miðal um vikuna, og har eru tað bara heilt frá, sum vilja upp á fulla tíð.

Í Sandoy arbeiða tey 25-30 tímar í miðal um vikuna, men ein meting sigur, at 13% vilja hava fulla tíð.

Í Suðuroy arbeiða tey flestu 25-30 tímar um vikuna og har sigur ein meting, at eini 15-25% vilja arbeiða fulla tíð.

Hinvegin leggur Annika Olsen afturat, at tað er ikki nóg mikið av tímum til í Nærverkinum til, at tað ber til, at øll, sum vilja, kunnu fáa fulla tíð, hóast tey royna at ganga ynskjunum á møti.