Tað verður einki rok fyri tað, um Sea Sheperd sleppur á pallin á Fólkatingi 18. november. "Bera tey seg ikki hampiliga at, verða tey koyrd út", sigur Sjúrður Skaale, sum skipar fyri hoyring um grindadráp í føroyanevndini á Fólkatingi.
Limir Fólkatingsins hava fingið túsundtals brøv frá Sea Sheperd við blóðugum myndum, har roynt verður at fáa danskar myndugleikar - løgreglu og rættarskipan - at halda uppat at verja grindadrápið.
Tí hevur Sjúrður Skaale nú tikið stig til hesa hoyring, har evnið verður lýst úr fleiri ymiskum sjónarhornum, og føroyingar standa fyri flestu av framløgunum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Sjúrð Skaale greiða frá.
Millum heldur umstríddu gestirnar eru Sea Shepherd, sum eisini eru boðin á fund. Fleiri hava funnist at fólkatingsliminum fyri hesa avgerð.
- Hetta skilji eg væl, sigur Sjúrður Skaale. Tá ein veit hvussu hesi fólk bera seg at, kann tað vera sera óheppið at geva teimum ein slíkan pall. Tað var ikki í mínum upprunaliga uppleggi, og persónliga dámar mær tað ikki. Men tað var eitt sterkt ynski frá nevndini, sum eg havi eftirlíkað, sigur Sjúrður Skaale.
Sjúrður heldur ikki vanda verða fyri, at Sea Sheperd fer at gera nakra stóra "happening" burturúr - rætt og slætt tí tað sleppa tey ikki.
- Tey fáa 15 minuttir á talarastólinum. Tað er tað. Eg havi sjálvsagt boðað leiðsluni í húsinum frá at tey koma, og lúka tey ikki krøvini fyri atburði, verða tey koyrd út.