Vilja hjálpa 500 fátækum børnum í Føroyum

- Er tað so lætt sum tað ljóðar, eiga vit bara at gera tað, siga formenninir og næstformenninir í fleiri politiskum flokkum

9,6 milliónir krónur!

 

So nógv kostar tað at lyfta 500-600 tey fátækastu børnini í Føroyum upp  um fátækamarkið.

 

Á politiska kjakfundinum í Miðlahúsinum hóskvøldið um fátækadømið, varð fleiri ferðir nevnd, at í veruleikanum er tað rættiliga bíligt og einfalt at hjálpa teimum allarfátækastu børnunum í Føroyum upp um fátækamarkið.

 

Har varð nevnt, at tað, sum skal til, er at lækka barnaískoytið 1500 krónur um mánaðin hjá teimum, sum eru allar ringast fyri.

 

Tað fer at kosta 9,6 milliónir, men tað hevur stóra ávirkanm tí tað fer at lyfta eini 500-600 av teimum fátækastu børnunum upp um fátækamarkið.

 

Og fleiri av politikarunum, sum vóru við á kjakfundinum hildu, at er tað so lætt og einfalt, er bara at gera tað.

 

Jenis av Rana úr Miðflokkinum heldur, at er loysnin at hækka barnaískoytið, er tað ongin trupulleiki.  Men hann vildi ikki geva tilsøgn um at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti. Hann sigur, at áðrenn nakað verður gjørt, er neyðugt at lýsam málið fyri at fáa vissu fyri, at tiltøkini, sum verða sett í verk, eisini eru tey røttu.

 

 

Eisini Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum staðfestir, at tað er neyðugt at lýsa málið út í æsir fyrst, tí politiska skipanin má hava vissy fyri at tað, sum verður gjørt, er tað rætta.

 

Men hann leggur afturat at er tað so lætt sum tað ljóðar, at tað einasta, sum skal til, er at hækka barnaískoytið 1500 krónur um mánaðun, hevur hann einki ímóti at tað verður gjørt beinanvegin.

 

- Kunnu vit bjarga 500 børnum upp um fátækamarkið fyri góðar níggju milliónir, havi eg onki ímóti at gera tað, staðfesti Bárður Nielsen.

 

 

Les eisini: Ongin hevur ábyrgdina av einum svongum barni

 

 

Høgni Hoydal úr Tjóðveldi sigur, at tað er eitt ítøkiligt uppskot at hækka barnaískoytið. Og hann heldur, at politikararnir eiga beinanvegin at semjast um at gera tað 

 

Hví ikki bara fara niðan í løgtingið og gera tað. Tað er óneyðugt við nakrari kanning fyrst, sigur Høgni Hoydal.

 

Síðani kjakfundin hevur Tjóðveldið arbeitt fyri at fáa eitt uppskot lagt fyri løgtingið um hetta. Nú er freistin fyri at leggja uppskot fram hesumegin ólavsøku, farin og tí krevst, at 17 tinglimir skriva undir uppá, at tað kann leggjast fyri løgtingið.

 

 

Les eisini: Uppskot um at hækka barnaískoyti fyri tingið

 

 

Og tey í Tjóðveldi er nú farin at savna undirskriftir frá tinglimum, so at uppskotið kann leggjast fyri løgtingið.

 

Eisini Poul Michelsen í Framsókn, er samdur. Hann sigur, at vit tosa um lutfalsliga lítlar upphæddir, so tað eiga flokkarnir at kunna avtala at gera. heldur ikki hanni heldur, at tað er neyðugt við nakrari kanning um hetta.

 

- Tað er skomm, at vit, sum kalla okkum eitt vælferðarsamfelag, ikki skulu klára at fáa tey allarfátækastu við í samfelagið og geva teimum ein nýggjan start í lívinum. So tað eiga vit at lova hvørjum øðrum, segði Poul Michelsen á kjakfundinum.

 

Og hesum er eisini formaðurin í Javnaðarflokkinu, Aksel V. Johannesen, samdur í.

 

- Vit vita rættiliga væl, hvar trupulleikin er størst, so taðer har, vit skulu byrja, sigur Aksel V. Johannesen. Tað, sum ger mun beint nú, er at hækka barnaískoytið og tað kostar ikki nógv, staðfestir formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Annlis Bjarkhamar, stigtakari til átakið Í Menniskjum Góður Tokki, sigur, at tað einasta, tað krevur at hækka barnafrádráttin hjá teimum fátækastu 1500 krónur um mánaðin, er at ein einasamallur málsviðgerari á Almannastovuni setir seg í eina viku at arbeiða við málinum.

 

- Verður hetta sett í verk, kunnu foreldur søkja, og so tekur tað einum málsviðgerara eina viku at kanna allar umsóknirnar, segði hon.

 

- Tá ið vit, sum sjálvboðin felagsskapur, klára at gera tað saman við Taks uppundir jól, má øll tann føroyska almenna skipanin eisini klára at lyfta hesa uppgávuna, segði Annlis Bjarkhamar.