Ein bólkur á Fecebook er nú farin undir innsavnan til danska “Fjolset i Parken”, sum fyri tveimum árum síðani leyp inn á vøllin, tá Danmark og Svøríki spældu. Maðurin varð í vár dømdur at rinda 900.000 krónur í endurgjaldi til DBU, og sjálvur sigur hann, at hann ikki er førur fyri at gjalda. Á Facebook verður sagt, at tað er órímiligt av DBU, at tey frásiga sær ábyrgdina og einvíst knúsa lívið hjá einum manni, sum ongan kjans hevur at bera byrðuna.










