Íverksetarastuðul
Vágbingar, sum hava góð hugskot til vinnuligar ætlanir, eiga at fáa eina hjálpandi hond frá kommununi.
Tað heldur Vágs Býráð.
À býráðsfundi týskvøldið samtykti Vágs Býráð einmælt at hereftir skal íverksetarastuðul latast til vágbingar, sum hava góð hugskot til nýggjar, vinnuligar ætlanir.
Hugskotið er eitt beinleiðis úrslit av arbeiðnum í einum bólki, sum varð settur í sambandi við "Visjón 2010", sum fór av bakkastokki fyrr í ár.
Í tí sambandi hevur ein bólkur arbeitt við evninum "vinnuráðgeving og íverksetarastuðul" og og hesin bólkurin hevur nú skotið upp at kommunan letur okkurt slag av íverksetarastuðuli til vágbingr, sum hava hug at fara undir nýggjar vinnur.
Býráðið í Vági tók so væl undir við hugskotinum, at tað varð einmælt samtykt.
Skipanin kemur tó ikki í gildi fyrrenn í 2006, tí tá kann býráðið seta pening av til endamálið á fíggjarlógini.
Men skal ætlanin setast í verk, krevst eisini góðkenning frá innlendismálaráðnum.
Hetta er at blanda privat vinnulív og kommunal viðurskifti saman og tað kann kommunan ikki gera uttan víðari. Tí krevst góðkenning frá innlendismálaráðnum fyri at ætlanin skal kunna setast í verk, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri.
Tað skilst kortini, at hetta tiltakið hjá vágbingum er innanfyri tað mark, sum kommunur kunnu loyva sær.
Samtyktin ber í sær, at vágbingar, sum hava ætla sær undir nýggjar vinnur, kunnu søkja býráðið um stuðul til ætlanina.
Umsóknin verður síðani beind í fíggjarnevndina hjá býráðnum, sum sostatt viðgerð og avgreiðir hana og ger av, um stuðul skal latast.
Tilsamans kann kommunan lata 5000 krónur í stuðuli til hvørja verkætlan.
Stuðulin verður ikki útgoldin. Hann kann bara brúkast til at fíggja serkøna ráðgeving fyri sum skal gera tað lættari at koma ígongd við ætlanina.
Býráðslimir hildu, at hetta var eitt gott tiltak, tí tað vísir seg mangan at veratorført hjá fólki, sum hava góð vinnulig hugskot, at sleppa ígongd við ætlanini.
Men býráðið legði samstundis dent á, at hesin stuðulin verður bara latin til nýggjar vinnur.
Hann verður sostatt ikki latin til vinnur, sum longu eru, ella til at endurreisa gamlar fyritøkur.
Mett verður, at talan kann verða um einar 5-10 umsóknir um árið.