Vilja hjálpa foreldrum við fleiri børnum

Javnaðarflokkurin heldur, at foreldur, sum hava fleiri børn í barnaansing, eiga at fáa avsláttur

Barnaansing

Foreldur, sum hava fleiri børn í barnaansing, eiga at fáa avsláttur.
Tað heldur Javnaðarflokkurin.
Tveir av tingmonnum floksins, Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm, fara nú at leggja uppskot fyri tingið um at broyta lógina um um dagstovnar og dagrøkt, so at foreldur, sum hava fleiri børn í barnaansing skulu fáa systkinaavsláttur.
Teir báðir skjóta upp, at tey foreldur, sum hava fleiri børn í dagrøkt, vøggustovu, barnagarði ella frítíðarskúla, skulu sjálvi gjalda tað dýrasta foreldragjaldið.
?Men tey skulu bara gjalda hálvt foreldragjaldið fyri hioni børnini, tey hava í barnaansingini.

Hjálpa foreldrum
Teir báðir siga, at hetta skal síggjast sum ein liður, ið at bøta um fíggjarligu korini hjá foreldrum, ið hava fleiri børn í dagstovni, dagrøkt ella í frítíðarskúla.
? Tey flestu í dag ivast ikki í, at foreldur hava rætt til at vera á arbeiðsmarknaðinum, og at teimum eigur at vera tryggjað tilboð um barnaansing við mennandi innihaldi.
Teir siga, at hjá foreldrum, ið rinda fyri fleiri børn, eru útreiðslurnar til barnaansing møtimiklar, og húski við fleiri børnum hava eisini stórar bústaðarútreiðslur og aðrar útreiðslur í sambandi við børnini.
? Tað er ikki óvanligt, at foreldur hava børn bæði í vøggustovu, barnagarði og í frítíðarskúla samstundis. Rinda tey fult gjald fyri eitt barn í vøggustovu, eitt barn í barnagarði og eitt barn í frítíðarskúla, kunnu útreiðslurnar lættliga koma upp á einar 4.500 krónur um mánaðin.
Men verður uppskotið hjá teimum báðum samtykt, hevur tað við sær, at tað í hesum føri høvdu foreldrini fingið einar 700 krónur um mánaðir í avsláttri fyri barnið í barnagarði og einar 400 krónur í avslátri í mánaðin fyri barnið í fríðtíðarskúla.
? Samlaðu eykaútreiðslurnar av uppskotinum verða einar 10 milliónir krónur fyri tær kommunurnar, ið hava barnaansing.
Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm skjóta upp, at lógin kemur í gildið 1. januar.
Tað gera teir, tí teir halda, at tað er skeivt at áleggja kommununum eina eykaútreiðslu mitt í einum fíggjarári.
Men uppskotið hevur vaktstóra misnøgd summastaðni ( sí viðtal við borgarstjóran á Tvøroyri aðrastaðni í blaðnum)