Vilja heldur hava gras

Níggju av tíggju donskum spælarum vilja ikki, at tað skal verða loyvt at spæla altjóða dystir og graslíki. Hetta vísir ein spurnarkanning, sum danska spælarafelagið hevur gjørt.
Donsku spælararnir halda, at spælið verður betri á veruligum grasi. Hartil bera nógvir spælarar eisini ótta fyri, at gummikúlurnar á graslíki innihalda eiturevni, soleiðis sum svensk kanning í fjør bendi á.
Samstundis meta spælararnir tó, at grasundirlagið á donsku vøllunum eigur at betrast munandi,.