Vilja heldur bløða út enn at fáa stuðul úr landskassanum

Stjórin á Havsbrún í Fuglafirði vil ikki hoyra talan um almennan studning, hóast tann høgi oljuprísurin rakar teir sera meint.

 

? Vit siga kortnei til almennan studning. Vit skulu heldur bløða út enn at vit vilja hava studning frá tí almenna.

Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún er púra avgjørdur, tá ið vit spyrja hann, um tað almenna eigur at stuðla vinnuni fíggjarliga fyri at byrgja upp fyri teir himmalhøgu oljuprísunum.

Havsbrún í Fuglafirði er tað virkið í landinum, sum brúkar nógv mest av olju. Havsbrún brúkar um 8.000 tons av olju um árið.

Í mars mánaða í fjør kostaði liturin góð 60 oyru fyri liturin. Men seinast Havsbrún keypti olju, kostaði liturin 1,50 fyri liturin.

?Sostatt er oljan góð 80 oyru dýrai fyri liturin nú, enn hon var síðsta vár. Tað vil aftur siga, at nú kostar oljan meiri enn tvær ferðir so nógv, sum hon kostaði í mars í fjør.


Ávirkar avreiðingarprísin

Bergur Poulsen sigur, at hetta seinasta árið kemur Havsbrún tilsamans at brúka næstan seks milliónir meiri í olju, enn virkið brúkti undanfarna ár.

? Hetta er sjálvsagt nakað, um ávirkar raksturin sera nógv.

? Partvís førir tað við sær, at vit fáa ikki latið skipunum tann avreiðingarprísin, sum vit annars høvdu kunnað latið. Men tað førir eisini við sær, at vinningurin hjá virkinum minkar munandi, tí tað mesta av meirútreiðslunum tekur virkið sjálvt á seg.

?Men stjórin á Havsbrún sigur, at tað ber heldur ikki til at lækka avreiðpingarprísin ov nógv, tí tað er hørð kapping um rávøruna. Og lækkar prísurin ov nógv, hóra skipini ikki undan- og so fær Havsbrún heldur onga rávøru. Vit liva av hvørjum øðrum so talan er um eina javnvág, har hvør má laga seg eftir øðrum.


Kortanei til studning

Vit spurdu eisini stjóran á Havsbrún, um tað kundi hugsast, at teir fóru at ganga somu leið sum reiðararnar og kanska fara at biðja landskassan um studning fyri at byrgja upp fyri tí høga oljuprísinum.

Men Bergur Poulsen er púra avgjørdur tá ið hann svarar.

?Kortanei. Vit vilja hvørki síggja, ella hoyra um almennan studning til nakað sum helst. Vit skulu fyrr bløða út, enn at vit vilja hava almennan studning, tí almennur studningur bara avlagar vinnuna og hann skal burtur.

Bergur Poulsen sigur, at almennur studningur førir bara við sær, at vinnan verður politiskt og tað svansið hava vit havt nóg mikið av. Tað hava vit roynt og tað skulu vit ongantíð út í aftur.

? Almennur studningur byggir onki upp. Vit lótu fiskivinnuni 500 millióniur í studningi um árið, og hvat varð úrslitið??. Alt fór í skeljasor, so lat okkum undir ongum umstøðum taka tann táttin uppaftur.

Stjórin á Havsbrún sigur, at so leingi vit kappast á jøvnum føti við onnur, skulu vit nokk klára okkum.

? Tað er ikki bara í Føroyum at oljan er dýr. Tað er hon eisini alla aðra staðni, so oljuprísurin í Føroyum er ikki kappingaravlagandi, tí her eru ongi avgjøld á oljuni, sigur Bergur Poulsen.

? Og eins og oljuprísurin er hækkaður seinasta árið, man hann eisini fara at lækka aftur, tí hann gongur upp og niðuir alla tíðina, leggur stjórin á havsbrún afturat.

i