Myndugleikarnir í Kolombia siga seg hava prógv fyri, at Venesuela hevur arbeitt saman við kolombisku uppreistrarrørsluni FARC, og at venesuelski forsetin, Hugo Chávez, hevur stuðlað FARC fíggjarliga.
Tað hevur fingið fleiri amerikanskar politikarar at krevja, at USA skal seta Venesuela á svartalistan við londum, sum styðja yvirgang. Londini, sum standa á listanum nú, eru Norðurkorea, Iran, Sýrialand, Sudan og Kuba.
Millum politikararnar, sum vilja hava Venesuela og Hugo Chávez á svartalista, eru republikonsku kongresslimirnir Ileana Ros-Lethinen og Cannie Black. Tær hava saman við øðrum sent Hvítu Húsunum eina áheitan um at fáa Venesuela skrásett sum eitt land, ið styðjar altjóða yvirgang.
Hvítu Húsini hava ikki svarað áheitanini. Uttanríkisráðið í Washington hevur funnist at leiklutinum hjá Venesuela og Chavéz í Kolombia, men politiskir eygleiðarar vænta ikki, at Venesuela kemur á svartalista, tí USA keypir nógva olju haðani.